Kriminalpolitiið heldur seg nú hava fulla vissu fyri, hvør tað var, sum 13. februar breyt inn hjá Bergtóru Poulsen á Stangarvegnum í Klaksvík.
Tað var eitt óvanligt innbrot, tí einki uttan seingjarklæðir vórðu horvin, og tann, sum breyt inn, hevði lagt síni egnu undirklæðir eftir seg. Alt húsið var svínað til, og har var bloð frá manninum, sum hevði skorið seg, tá ið hann breyt inn.
Nakað eftir innbrotið varð ein maður í 20-árunum til avhoyringar. Hann dugdi tá ikki at greiða frá, hvi hann hevði skvur á ørmunum.
DNA-roynd varð tikin av manninum, og royndin svaraði fuyllkomiliga til bloðið, sum var í húsunum.
Týsdagin var maðurin til avhoyringar hjá kriminalpolitinum. Hann játtaði seg ikki sekan, tí hann mintist einki frá februarnáttini. Hann hevði verið dýrandi fullur, segði hann við politiið.
Verður ákæra rreist móti manninum, og hann verur dømdur, aknn hann vænta sær stórt endurgjaldskrav, ti tað var eitt stórt upptak at fáa skil á húsini aftur eftir innbrotið.