Bilførarin, sum rýmdi frá einum ferðsluóppið tíðliga leygarmorgunin, varð tikin nakað út á fyrrapartin leygardagin, nakrar fáar tímar eftir óhappið
Tað var beint eftir klokkan var farin av seks leygarmorgunin, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur hevur rent á ein steyra á Marknagilsvegnum. Men tá ið løgreglan kom á staðið, var blførarin horvin, so varð farið at leitað eftir honum.
Í sambandi við bilóhapp, er seks tíma regulin í gildi og hann sigur tað, at rýmur bilførari frá óhappi, og verður tikin við rúsdrekka í blóðinum upp til seks tímar seinni, verður hann dømdur fyri tað Tað nyttar sostatt einki hjá bilføraranum at siga, at hann hevur drukkið eftir at óhappið hendi. Løgreglan sigur, at bilførarin varð funnin niðri í Havnini nakað út á leygarmorgunin, men styttri enn seks tímar eftir óhappið.
Tá ið bilførarin blásti í ballónina, gav hon so mikið av útslagi, at eisini blóðroynd varð tikin av honum, samstundis sum hann er skuldsettur fyri at hava koyrt við kenning. Men hann hevði eisini stolið bilin og sostatt verður hann eisini skuldsettur fyri at hav stuldur.
Løgreglan sigur, at bilurin fór so mikið illa, at hann helst er vrak. Men eigarin hevði latið bilin standa ólæstan og harafturat lógu lyklarnir í honum, so hann var lættur at stjala. Tað er ólógligt at lata lyklarnar liggja í bilinum, so tað fær eigarin bót fyri. Men tað, sum verri er, er tað, at tað tá ið lyklarnir lógu í bilinum, er ikki sagt, at tryggingin vil rinda fyri skaðarnar, bilurin fekk.
Les eisini: Bilførarar fáa einki endurgjald frá tryggingini
Sostatt kann øll rokningin fella á eigaran, tí hann hevur skyldu at tryggja bilin sum best og ein partur av tí er at taka lyklarnar við sær.
|