Vandi er fyri, at Deyðahavið fer at torna upp, men nú ætla ísraelsmenn og jordanar at bjarga tí sermerkta vatninum.
Tey seinastu 50 árini er Deyðahavið minkað nógv, og serfrøðingar siga vanda vera fyri, at tað fer at torna upp.
Men nú hava jordanski kongurin biðið bretska arkitektin Lord Foster gera eitt uppskot um, hvussu tað sermektra vatnið kann bjargast. Uppskotið hjá Foster er at leiða sjógv úr Reyðahavinum í Deyðahavið ígjøgnum eina veit, sum skal gravsst tvørtur um Sinai-oyðimørkina, skrivar The Times.
Útrokningar vísa, at Deyðahavið er minkað ein triðing tey seinastu 50 árini. Vatnið er sera væl umtókt ferðamál, og teir jordansku, ísraelsku og palestinsku myndugleikarnir vilja fegnir varðveita inntøkurnar frá ferðafólkunum, sum á hvørjum ári leita sær til Deyðahavið. Teir hava eisini játtað at býta útreiðslurnar av at bjarga vatninum, og fyribils verður mett, at tað fer at kosta einar 15 milliardir krónur.
Umhvørvisfólk eru ikki so fegin um bjargingarætlanina. Tey stúra fyri, at tann serliga evnafrøðiliga blandingin í Deyðahavinum verður oyðiløgd, um sjógvur úr Reyðahavinum verður leiddur í vatnið.