Nú skal ein rullandi kanningarstova setast ástovn, har ein bilur við lækna og sjúkrarøktarfrøðingum skal ferðast landið runt at kanna mannfólk.
Tað halda teir báðir Joen Magnus Rasmussen løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og Bill Justinussen løgtingsmaður í Miðflokkinum
Og nú hava teir lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at geva Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, heimild til at skipa eina slíka rullandi kanningarstovu.
Teir báðir ásanna, at tað er ein vælkendur trupulleiki, at ofta drála menn leingi á, áðrenn teir fara til lækna, tá ið sjúkutekin vísa seg.
– Miðallivialdurin hjá føroyskum og íslendskum kvinnum er áleið tann sami, ella 83 ár. Men hjá monnunum er støðan øðrvísi, tí í Føroyum er livialdurin hjá monnum 78,9 ár og hjá monnum í Íslandi er hann 81ár.
– Hetta bendir á, at nakað munagott kann gerast fyri at hækka miðallivialdurin hjá føroyskum monnum, halda teir báðir tingmenninir.
Teir báðir fyrst og fremst hugsa um, at hendan rullandi kanningarstovan skal ferðast runt landið at finna sjúkur, sum menn hava, uttan at vita av tí.
– Ein kann føla seg púra frískan og væl fyri, hóast ein bæði hevur sukursjúku, og alt ov høgt blóðtrýst og kolestorol, siga teir báðir.
Og teir halda, at hóast menn er trekir at fáa til lækna, kann ein rullandi kanningarstova sum hendan, gera tað lættari hjá teimum at verða kannaðir, tí nú kemur læknin til teir, heldur enn at teir sjálvir noyðast til lækna.
Í hesum sambandi hugsa teir báðir tingmenninir sær til, at rullandi kanningarstovan ger avtalur um at vitja arbeiðspláss, sum eru sinnað at samstarva um hesi átøk. Eisini kunnu menninir fáa læknan á gátt, har teir búgva.
– Tað, sum hevur týdning er, at tað er heilsuverkið, sum setir seg í samband við menninar, og roynir at fáa teir at koma til kanningar, siga Bill Justinussen og Joen Magnus Rasmussen.