Fyri jól kom fyrsta bókin í einum íslendskum milliardaprojekti út í Føroyum. Bókin snúði sum um alskyns viðurskifti í Føroyum, og hon var startskotið til líknandi bøkur um øll ST-londini, sum í løtuni eru 176 í tali.
Tað var fyritøkan Repro-Z í Havn, sum tók sær av at gera bókina klára til prentingar, og hetta arbeiðið eydnaðist so væl, at íslendingar eru hugaðir at lata fyritøkuna gera fleiri bøkur í røðini.
? Bókin um Føroyar vísti, at vit kunnu loysa slíkar umfatandi uppgávur, har nógv fólk er við í arbeiðnum, og har prentingin fer fram í einum landi fjart frá okkum, sigur Allan Skaalum, stjóri á Repro-Z.
Føroyska bókin varð prentað í Slovenia.
Enn er ikki nøkur endalig avtala gjørd um, hvørjar bøkur Repro-Z skal gera afturat, men í løtuni er líkt til, at talan verður um fleiri bøkur.
? Vit hava sagt, at um vit skulu átaka okkum at gera fleiri bøkur, mugu tær verða á einum máli, sum vit skilja, tí tað er ein fortreyt fyri, at vit kunnu gera tað grafiska arbeiðið, sigur Allan Skaalum.
Umframt føroysku bókina er ein bók eisini komin á íslendskum, og næstu tíðina ætla útgevararnir at fáa útgávurnar í fasta legu, so bøkurnar koma í hølunum á hvørji aðrari.
Stór ætlan
Tað er føroyavinurin Ólafur Gränz, sum stendur fyri útgávuni av bókrøðini um ST-londini, og ætlanin hjá honum kostar fimm milliardir íslendskar krónur, sum svara til eina hálva milliard í okkara pengum.
Ólafur Gränz fekk hugskotið um bókarøðina frá einum vinmanni fyri góðum tveimum árum síðani. Tveir dagar seinni seldi hann sína byggifyritøku, og tók við nýggju avbjóðingini.
Orsøkin til hetta var, at hann vildi fara undir nýggju ætlanina við fullum hjarta, hevur hann áður greitt Sosialinum frá.
Ólafur hevur stovnsett felagið World 2000 HP, og endamálið hjá felagnum er at gera eina bók um hvørt einasta ST-land. Føroyar sluppu eisini upp í part, hóast landið ikki er partur av ST, og tað var tí at íslendingar vildu gera eina sjálvstøðuga bók um Føroyar, heldur enn at lata okkum verða nakrar síður í donsku bókini.
Bókarøðini hjá íslendingum hevur fingið heitið New Millennium Series, og nógv kend fólk hava viðmælt arbeiðnum. Millum annað fólk sum Kofi Annan, Nelson Mandela og Vígdis Finnbogadóttir, sum er formaður í heiðursráðnum fyri bókaráðnum, har fyrrverandi forsætisráðharrin í Írlandi, Mary Robinson, og danski varaformaðurin í ES-tinginum Bertel Haarder eisini eru limir.
Eydnaðist til fulnar
Í bókini um Føroyar, sum kom út stutt fyri jól, eru upplýsingar um søgu, mentan, handil, ídnað, politisku skipanina og annað. Harafturat er ein umfatandi lýsing av øllum kommununum í Føroyum eisini í bókini.
Hugskotið við bókini er at fáa stórar fyritøkur at keypa sær síður í bókunum, og har við skulu pengar frá teimum verða við til at fíggja útgávuna. Í føroysku útgávuni eru ongar fyritøkur við, tí grundarlagið fyri hesum er ikki tað sama, sum í teimum størru londunun, Tí fæst bókin heldur ikkit il keyps í bókhandlum, men hinvegin hava fyritøkur og onnur havt møguleika at ognað sær bókina.
Óla Jákup Rólantsson var ritstjóri á føroysku útgávuni, og Repro-Z hevði prenttilgerðina um hendi.
? Vit kunnu brúka slík arbeiðið, tá vit skulu gera vart við okkum úteftir. Tað krevst nógv, tá slíkt arbeiðið skal gerast, har nógv fólk skriva, taka myndir og annars eru uppi í arbeiðnum, sigur Allan Skaalum, stjóri á Repro-Z.
? Fyrsta bókin var eisini eitt slag av pionerarbeiði hjá okkum, og tað kravdi nógva orku. Men allir lutir í arbeiðnum eydnaðust til fulnar, og tað er helst tað sum ger, at vit nú tosa um at gera fleiri bøkur.
Stjórin á Repro-Z heldur, at tað ber væl til hjá teimum at gera slíkar altjóða uppgávur, tí teknisku møguleikarnir fyri at flyta tilfar elektroniskt eru betri enn nakrantíð.
Mesta arbeiðið, sum Repro-Z ger í løtuni, er í Føroyum, og tað er fyri føroysk viðskiftafólk. Sjey fólk starvast á fyritøkuni.