Skulu gjalda fyri at eiga pengar í Suðuroyar Sparikassa

Men tað verður ikki galdandi fyri privatfólk

 

Nú skulu fyritøkur, virkir og stovnar, sum eiga pening í Suðuroyar Sparikassa, rinda fyri at hava pengarnar í sparikassanum.

Áður hevur BankNordik sett eina slíka skipan í verk og nú fylgir so Suðuroyar Sparikassi eftir.

Sum sagt er hetta ikki galdandi fyri privatfólk, men rentan hjá privatfólki lækkar kortini, og í summum førum fáa tey onga rentu yvirhøvur.

– Gongdin á marknaðinum hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi í longri tíð hevur havt beinleiðis undirskot av innlánum, sum kundar hava standandi í bankanum, sigur sparikassin í eini fráboðan nú seinnapartin.

– Av tí at eingi útlit eru fyri, at rentan fer at hækka, og fyri at leggja upp fyri lágu rentuni, tillagar Suðuroyar Sparikassi renturnar á innlánum, sigur sparikassin.
Tað merkir, at renturnar á vinnuligum innlánum lækka niður í minus 0,50 prosent fyri innlán yvir 100.000 krónur, og hon lækkar niður í minus 0,75 prosent fyri innlán yvir 750.000 krónur.

Rentan á privatum innlánskontum lækkar niður í null prosent, tó verða renturnar á lánum við 12 mánaða uppsøgn, óbroyttar.

Rentan barna- og ungdómsuppsparing verður 0,20 prisent og rentan á eftirløn verður óbroytt.

Samstundis kemur Suðuroyar Sparikassi nú við nú einum nýggjum innláni við 18 mánaða uppsøgn, sum hevur eina rentu upp til 0,20 prosent.

– Tann lága rentan er ein fyrimunur fyri tey sum taka lán til sethús, men aftur fyri er tað  minni gott fyri tey, sum spara saman, sigur Søren L. Bruhn, forstjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Hinvegin leggur hann afturat, at tað ber til at veksa um møguleikan fyri at fáa størri avkasti á Flex Funding , sum Suðuroyar Sparikassi samstarvar við.  

– Har eru lægstu renturnar 0,45 prosent í løtuni, men hetta hevur samstundis ein ávísan váða við sær, sigur stjórin.