Nú skal ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar verða tann næsti í røðini, sum onkur heldur, at tað verður ikki enn
Tað halda løgtingslimir úr ymsum flokkum.
Løgtingið viðger uppskot frá Sambandsflokkinum um at avtaka bummgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, men afturfyri skal avgjaldið á brennievni, og vektgjaldið, hækka.
Men í tí sambandi nevndu nakrir tinglimir eisini møguleikan fyri at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar eisini.
Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýri staðfesti at endamálið við at gera undirsjóvartunlar, er at knýta Suðuroyar upp í samferðslunetið og at gera hana til ein nátúrligan part av samfelagnum.
Hann vísti eisini á teir møguleikar, tað hevði kastað av sær, tí so hevði tað eisini borið til at búð í Suðuroy og arbeitt hvar tað skuldi verið.
Ingolf S. Olsen. løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, helt, at sjálvandi skulu vit hava ein Suðuroytunnil eisini. Men hann heldur at tað politiska fyrireikingararbeiði eigur at byrjar nú.
Og eisini tinglimir úr Sambandsflokkinum staðfesta, at endamálið er at knýta Suðuroynna upp í meginlandið.
Bárður á Steig Nielsen, formaður í flokkinum helt, at eitt endamál við at fara undir Sandoyartunnilin var at bora ein Suðuroyartunnil eisini.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin vísti á, at Sandoyartunnilin var ikki bara til Sandoyingar, men at tað var ein partur av eini Suðurleið.
Men hann helt ikki, at líkindini eru fyri at gera tað nú. Hann vísti á, at vit hava akkurát skuldarbundið okkum fyri 2,6 milliardir í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
– Men vit eiga at kanna møguleikan og um eini 20-25 ár eiga vit at arbeiða fram ímóti tí málinum at knýta Suðuroynna upp á meginlandið, heldur Kaj Leo Holm Johannesen