Býráðið í Runavíkar kommunu hevur nú samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Skattaprosentið verður 22 prosent og barnafrádrátturin verður 5.000 krónur fyri hvørt barnið og tað er alt akkurát tað sama sum í ár.
Annars verða inntøkurnar hjá Runavíkar kommunu 183,5 milliónir krónur næsta ár, og raksturin verður 142,5 milliónir
Næsta ár skulu 39,9 milliónir krónur brúkast til íløgur. Av tí sama er neyðugt at lána 15,4 milliónir næsta ár at fíggja íløgurnar, men samstundis er sett út í kortið, at kommunan skal rinda 10 milliónir aftur í avdráttum.
Raksturin er øktur góðar 4,5 milliónir næsta ár, og tað er 3,2 prosent hægri enn í ár.
- Vøksturin er íkomin av víðkanini á forskúla- og frítíðaransingarøkinum, eldraøkinum. lækking av foreldragjaldi til vøggustovur, eykatúri á bussleiðini ímillum Skála og Runavík, lønarhækking, nýggjum starvi og prístalsvøkstri, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, í fráboðan í kvøld.
Nógv størsta íløgan næsta ár verður havnarútbyggingin á Høgabóli, sum fer við næstan helvtini av íløgukarminum, ella 15 milliónum krónum næsta ár.
Annars eru 5,5 milliónir settar av til útstykkingar fýra milliónir eru settar av til spillvatn og tvær milliónir eru settar av til svimjihyl.