Ískvinnan dømd at hava dripið

Tann 34 ára gamli eigarin av ískioskini í Eysturríki, Estibaliz Carranza, sum hevur dripið tveir menn, er dømd til at vera innløgd á einum psykiatriskum stovni restina av lívinum. Tað upplýsir Sky News.

Carranza, kallað ískvinnan av fjølmiðlunum í Eysturríki, skjeyt og drap mann sín í 2008, meðan hann sat við telduna. Tvey ár seinni hendi tað sama við nýggja manni hennara, tí hann bleiv eisini dripin, meðan hann lá í songini og svav.

Ískvinnan viðgongur, at hon hevur dripið báðar menninar við nakkaskotum og skorið líkini við eini motorsag. Síðani hevur hon lagt partarnar av líkunum í eina frystiboks. Seinni stoypti hon líkpartarnar í beton í kjallaranum undir ískioskini.

Tann 34 ára gamla kvinnan greiddi frá í rættinum, at fyrri maðurin broyttist, eftir at tey vóru blivin gift. Hann var keðiligur, dovin og byrjaði at ganga í eini sekt. Tá tað var blivið liðugt teirra millum, fann hon ein nýggjan unnusta. Henda mannin drap hon, tí hann ikki vildi tosa við hana, um at hann hevði verið ótrúgvur.

Eftir at dómurin varð lisin upp, segði dómarin, at hann hevði tikið hædd fyri sálarligu skaðunum, sum hon hevði fingið í teimum báðum parløgunum. Hann legði tó afturat, at tað, at drápini vóru bæði løgd væl til rættis og atburðurin hjá kvinnuni eftir drápini, hjálpti ikki upp á hennara fráðgreiðing.

Teir báðir dripnu menninir vórðu funnir av tilvild, tá bygningurin bleiv kanaður í sambandi við viðlíkahald.

Verjin hjá ískvinnuni, Rudolf Mayer, sum eisini var verji hjá Josef Fritzl, sigur, at tey fara at kæra dómin.