Sláa alla mótstøðu niður

Finaludagurin í badminton fær føroyska luttøku, so tað forslær. Hósdagin spældu bæði mans- og kvinnudoublan seg í finaluna

Badminton

 

Eftir at hava tikið øll á bóli í liðkappingini, hava føroysku badmintonspælararnir hildið flotta stílinum.

Mikudagin vunnu Aksel H. Poulsen og Sigrun Smith seg í hálvfinalurnar í einmansleiki, og í gjár gjørdu bæði mans- og kvinnudoublan tað sama.

Hjá monnum spældu Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge seg í finaluna, har teir skulu spæla móti sama grønlendska parinum, sum stóð hinumegin netið í liðkappingini. Og hjá kvinnum verða føroysku umboðini Guðri Poulsen og Sigrun Smith.

 

Rimmar finaludagur

Og so er lagt upp til rimmar finaludag leygardagin. Tá spæla einstaklingar hálvfinalu og finalu, meðan tað bert er finaludystur á skránni í tvímansleiki.

Umframt gullið í liðkappingini hava føroysku spælararnir soleiðis longu nú tryggjað sær fýra heiðursmerki, og framvegis er møguleiki at fáa eitt mix-par í finaluna. Tað verður avgjørt í dag, og eru vónirnar serliga stórar til Absalon Eysturoy og Sigrun Smith.

 

---

 

Fakta um badminton

 

Menn

Aksel H. Poulsen/Bjartur Lamhauge, í finaluni

Absalon Eysturoy/Rógvi Poul Poulsen, taptu 1/8-finalu

 

Kvinnur

Sigrun Smith/Guðri Poulsen, í finaluni

Bryndhild D. Carlsson/Rannvá D. Carlsson, taptu 1/4-finalu