Íslendski Tjóðbankin hevur í dag boðað frá, at tey hækka rentuna við hálvum prosentstigi til 15,5 prosent. Ongar grundgevingar eru nevndar í tíðindaskrivinum, men serfrøðingar krin heimin eru samdir um, at vaksandi inflatiónin og fallandi kursurin á íslendsku krónuni eru høvuðsorskirnar til hetta. Íslendska krónan er lækkað heilt nógv seinasta mánaðin, og í dag kosta 100 íslendskar krónur á leið 6,00 danskar krónur. Fyrst í mars var kostnaðurin fyri tað sama á leið 7,50 danskar krónur. Samstundis er inflatiónin økt, soleiðis at hon í mars var 8,7 prosent. Málið hjá íslendska tjóðbanaknum er at halda inflatiónini á 2,5 prosentum.