Ísland pyntar føroysku fíggjarlógina

Avgerðin hjá íslendsku stjórnini at rinda aftur kreppulánið úr Føroyum sæst aftur, nú roknskapurin fyri landskassan er gjørdur upp.

Sambært roknskapartølunum hjá Fíggjarmálaráðnum var undirskotið hjá landskassanum 31,2 milliónir krónur í fjør. Tá er afturrindaða lánið á 300 milliónir krónur íroknað.

Tað merkir sostatt, at undirskotið hjá føroyska landshúsarhaldinum hevði verið 331 milliónir krónur í fjør, uttan afturrindaða lánið úr Íslandi.

Føroyar vóru fyrsta landið, sum veitti Íslandi fíggjarliga hjálp, tá landið kom út í fíggjarligt ódnarveður á heysti í 2008. Tær 300 milliónirnar vórðu latnar Íslandi sum eitt rentu- og avdráttarfrítt lán.

Í desember í fjør gjørdi íslendska stjórnin av at rinda lánið aftur, pengarnir eru bókaðir í roknskapin fyri 2012, sum tí einans hevur 31 milliónir krónur í undirskoti.

Í 2011 var undirskotið hjá landskassanum, sambært roknskapartølunum, 312 milliónir krónur. Og í ár verður undirskotið á fíggjarlógini umleið 250 milliónir krónur.