Íslendingar hava einki stig við sær úr Finnlandi og Helsingfors.
Í kvøld vann Finnland 1-0 í HM undankappingardystinum á heimavølli ímóti Íslandi. Einsamalla málið varð skorað longu í áttanda minutti við rimmar frísparki, sum Alexander Ring tók sær av. Hann vinnur dagliga til mettuna í New York City.
Ísland hevði bóltin 60 prosent av tíðini, og fram ímóti endanum var trýstið á finska málið stórt, hóast Ísland síðsta korterið var undirmannað, tí Rúrik Gíslason, sum varð skiftur inn, tá ið ein tími var farin, sá tvær ferðir gult – í 73. og 76. minutti.
Tað hevði ivaleyst endað øðrvísi, um finski Lod í 27. minutti hevði sæð beinleiðis reytt og ikki gult, tá ið hann trampaði niður á skinnabeinið á einum av íslendsku spælarunum.
Vánirnar hjá Íslandi at spæla seg beinleiðis í HM endaspælið í Russlandi næsta summar eru framvegis har, men tapið í kvøld ber við sær, at tær ikki eru so góðar nú, sum tær hava verið.
Ísland er á øðrum plássi í bólki I við trettan stigum. Krotaia hevur eisini trettan stig, og Turkaland og Ukreina eru á triðja og fjórða plássi við ellivu stigum. Sigurin í kvøld var tann fyrsti hjá Finnlandi, sum hevur fýra stig á fimta plássi. Kosovo er aftast við einum stigi.
Nú klokkan 19.45 eru tveir dystir: Ukreina-Turkaland og Kroatia-Kosovo.
Onnur úrslit higartil í kvøld:
Georgia-Írland 1-1
Serbia-Moldova 3-0
Albania-Liktinstein 2-0