Íslendingar keypt Maersk Air

Íslendska felagið Fons Eignarhaldsfelag hevur keypt Maersk Air frá A. P. Møller - Maersk samtakinum.

Fons Eignarhaldsfelag eigur frammanundan flogfelagið Sterling, sum teir keyptu fyrr í ár. Sterling og Maersk Air verða nú løgd saman í eitt felag, sum skal eita Sterling. Nýggja samanlagda flogfelagið verður við sínum okkurt um fimm milliónum ferðafólkum um árið størsta lágprísflogfelag í Norðanlondum og tað fjórðstørsta í Evropa.

Ókendur søluprísur
Hvørki Maersk Air ella Fons Eignarfelag vilja siga nakað um, hvat íslendingar hava goldið fyri flogfelagið hjá A. P. Møller - Maersk samtakinum, men A. P. Møller - Maersk upplýsir, at sølan fer at hava eina positiva ávirkan, um enn avmarkaða, ávirkan á fíggjarúrslitið hjá samtakinum í 2005.
Stjóri í nýggja samanlagda flogfelagnum verður núverandi stjórin í Sterling, Almar Ørn Hilmarsson, og hann sigur, at nýggja felagið fer bert at arbeiða við lágprísfrymlinum.
- Prísur er ein avgerandi faktorur á marknaðinum í dag. Vit vilja tí framhaldandi bjóða flogsetur til lægsta prísin á marknaðinum, og annars byggja okkara tænastu á hugtakið "value for money", sigur Almar Ørn Hilmarsson.
Endaliga sølan av Maersk Air verður tó ikki formliga avgreidd fyrr enn tveir mánaðar.