Glyvrar:Teir byggja eina nýggja høll uttan fyri Bakkafrost á Glyvrum. Tað er ein nýggj saltsøla, sum skal húsast í bygninginum.
Íslendska felagið Hafnarbakki hevur eina tíð selt salt til føroyingar. Saltið verður flutt í stórum sekkjum við Eimskipum til Føroya.
Men nú fer føroyska smápartafelgið Hafnarbakki at selja salt úr eini nýggjari goymslu á Glyvrum. Eimskip í Føroyum er partaeigari og fer at reka nýggju saltsøluna á Glyvrum.
Linda Gunnlaugsdótti, stjóri í Eimskip í Føroyum, sigur, at tey nú fara at flyta saltið leyst úr Íslandi. Talan verður um heilar skipslastir í senn.
Saltið, sum Hafnarbakki selur, er av Bahama. Tað verður fyrst flutt úr Caribia til Íslands og so haðani aftur til Føroya.
Linda Gunnlaugsdóttir sigur, at tey hava valt Glyvrar, tí tað liggur so væl fyri at flyta víðari haðani. Fleiri virki eru í Eysturoynni, sum løtt eru at røkka. Og tey vóna sjálvandi at fáa nógvar kundar á leiðini, sigur hon.
Linda Gunnlaugsdóttir veit enn ikki at siga, hvussu nógv fólk fara at fáa arbeiði á nýggju saltsøluni. Og prísin fyri bygningin leggur hon ikki í at upplýsa, sigur hon.e;ru sær ein bita burturav rivinum og ótu tað rátt.
Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt,
Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri.
Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama.
Men tað royndina máttu teir so gera sær uppá tann harða mátan.
Donald og Graham settu kósina heim aftur ímóti Skotlandi seinasta sunnudag, eitt stórt upplivilsi ríkar, hildu teir.