Íslendska fiskivinnan styrkir sína støðu

Hósdagin og fríggjadagin í seinastu viku var stór fiskivinnuráðstevna á Hotel Føroyum, sum fyritøkan, Farec International hjá Óla Samró, skipaði fyri

Ráðstevna

Tað var Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, sum setti stevnuna.
Løgmaður legði dent á, at í einum landi sum Føroyum, har fiskivinnan hevur so ómetaliga stóran samfelagsligan týdning, er tað ógvuliga avgerandi, at vinnan verður stýrd við ábyrgd.
Í setanarrøðu síni fegnaðist hann um, at skipanin við fiskidøgum, sum vit hava í Føroyum, hevur vakt so stóran ans millum politikarar, vinnulívsfólk og granskarar í øðrum londum.
- Men tað er eisini umráðandi, at vit í Føroyum geva okkum stundir at lurta og læra av royndunum hjá øðrum, soleiðis at vit kunnu tillaga okkara vinnu eftir altjóða reglum, sum nú einaferð eru galdandi.

Lykilin

Jóannes Ejdesgaard helt, at lykilin til eina burðardygga fiskivinnu er, at vit duga at tillaga okkum eftir ofta stuttfreistaðu umstøðunum, sum ráða innan hesa vinnu, samstundis sum ætlanir verða lagdar um framtíðina.
Løgmaður nýtti høvi at takka teimum mongu útlendsku gestunum, sum komnir vóru til ráðstevnuna, eins og hann takkaði Óla Samró fyri at hava tikið stig til og fyrireika eina so viðkomandi ráðstevnu í Føroyum.
Á ráðstevnuni á Hotel Føroyum vórðu nógvir fyrilestrar hildnir av útlendingum, sum eru kapasitetar á ymiskum økjum innan fiskivinnuna.
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, helt eisini ein fyrilestur, og tað gjørdi Óli Samró, ið fyriskipaði stevnuna, eisini.
Aðrir føroyingar, sum hildu fyrilestur, vóru Johnny í Grótinum og Sveinur Tummasarson.
Ein av teimum, sum setti sín serstaka dám á ráðstevnuna, var ísreaelsmaðurin, Menakhem Ben-Yami, sum vit fara at venda aftur til í einum øðrum blaði.

Gongdin

Óli Samró hevur sett sær fyri neyvt at finna út av, hvussu gongdin er innan fiskivinnuna í eitt nú Føroyum, Íslandi og Noregi.
Tølini í Farec-skipanini, sum felagið hevur bygt upp seinastu árini, vísa í stuttum, at Ísland hevur styrkt sína støðu innan fiskivinnuna, meðan eitt nú føroyska fiskivinnan hevur havt eina munandi afturgongd seinastu tvey árini. Í mun til íslendsku og føroysku fiskivinnuna, er norska fiskivinnan tó uppaftur verri fyri.
Í fimm ár hevur Óli Samró savnað tøl um fiskivinnuna í hesum trimum londunum, og í hesum sambandi hevur hann eisini samanborið gongdina.
Í skrásetingini hjá Farec er talan bæði um vinnuna á sjógvi og landi.
Tað, sum sermerkir arbeiðið hjá Farec, er, at tú kanst síggja, hvussu gongdin er hjá hvørjum einstøkum skipi gjøgnum alt árið. Eisini kann skipanini hjá fyritøkuni gera sínar metingar um eitt nú gongdina í árinum sum kemur.

Afturgongd

- Afturgongdin í føroysku fiskivinnuni er hin mest týðiliga seinastu tvey árini. Tølini vísa, at bæði í vinnuni á landi og á sjónum fæst minni burtur úr hvørjum kilo av fiski í dag enn fyri tveimum árum síðan, sigur Óli Samró.
Hann vísir á, at okkara kappingarføri er versnað, og orsøkin er í høvuðsheitum kappingin um ráfiskin og økta globaliseringin, sum vísir seg at raka okkara fiskivinnu meint.
Tølini hjá Farec vísa annars, at føroyska fiskivinnan var hon, sum hevði størstu framgongdina samanborið við Ísland og Noregi árini, 1998-2002.
Óli Samró sigur, at tølini vísa eisini, at norska fiskivinnan er rættiliga illa fyri ? og uppaftur verri fyri enn føroyska fiskivinnan.
- Øll árini, sum vit hava arbeitt við, er støðan hjá norsku fiskivinnuni viknað mótvegis føroysku og íslendsku fiskivinnuni, sigur Óli Samró.