Eiður Guðnason er tilnevndur fyrsti íslendski sendimaðurin í Føroyum. Eiður Guðnason hevur verið sendimaður í Oslo, Suðurafrika og í Peking, og nú er hann tilnevndur fyrsti íslendski sendimaðurin í Føroyum, skrivar Dimmalætting. Íslendska sendistovan í Føroyum letur upp 1. apríl.
Eiður Gudnason hevur eisini drúgvar royndir sum polittikari. Hann varð valdur í Altingið í 1978. Hann sat í Norðurlandaráðnum í 10 ár og var valdur í eina serliga nevnd í 1984 saman við føroyingum og grønlendingum. Hendan nevndin skuldi røkja serligu áhugamálini hjá teimum trimum londunum.
Eiður Guðnason varð valdur í Útnorðurráðið, tá tað var stovnað í 1985. Hann umboðaði Ísland í Europaráðnum, og í 1991 var hann valdur til ráðharra í umhvørvismálum og norðurlendskum samstarvi.
Síðani í 1993 hevur Eiður Guðnason verið sendiharri.