Íslendskt felag skal klæða Landssjúkrahúsið

Íslendska felagið TG Verk, sum átti lægsta tilboðið, hevur fingið arbeiðið at bjálva og klæða stóra B-bygningin á Landssjúkrahúsinum Átta felag buðu seg fram, tá arbeiðið varð boðið út 13. januar., og endin varð, at tað felagið, sum átti tað lægsta boðið, íslendska TG Verk, ið fekk uppgávuna.

Hetta varð endaliga greitt, tá TG Verk og Landsverk undirskrivaðu sáttmála á miðdegi í dag. Arbeiðið byrjar í vár og skal vera liðugt við ársenda næsta ár, skrivar Landsverk á heimasíðu síni.

Sum lægstbjóðandi hevur TG Verk bundið seg til at gera arbeiði fyri góðar 27 milliónur krónur. Meiri enn 20 milliónur krónur vóru millum hægta og lægsta boðið.

Millum feløgini sum buðu seg fram vóru trý íslendsk. Hini fimm feløgini vóru føroysk.