Norðmenn hava gjørt av at banna allari sildaveiði við Svalbard í ár Eingi skip sleppa at fiska norðhavssild í Svalbard-økinum í ár.
Norsku myndugleikarnir hava í dag kunngjørt, at einki skip sleppur at fiska norðhavssild við Svalbard í hesum árinum. Bannið umfatar bæði norsk og útlendsk skip.
Sambært íslendskum fjølmiðlum hava norðmenn ikki grundgivið fyri avgerðini.