Klaksvíkar Sløkkilið, sum telur tilsamans 24 mans, heiðraði undan jólum monnum sínum fyri trúgva og drúgva tænastu.
Talan var um Dánjal Poulsen og Esmar Klakstein, sum hava verið við í sløkkiliðnum í 25 ár og Ernst Vágsgarð, sum hevur verið við í Klaksvikar sløkkiliði í 30 ár.
Á samkomu á Sløkkiliðsstøðini undan jólum í 2014 helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri, røðu fyri sløkkiliðnum, ið altíð er til reiðar at hjálpa við so mongum ymiskum uppgávum, har sjálvandi eldsløkking er ein av teimum fremstu.
Tá varð eisini heiðurstekin handað Esmar Klakstein, varasløkkiliðsleiðara, og Dánjal Poulsen, sum hava verið við í Klaksvíkar Sløkkiliði í 25 ár og Ernst Vágsgarð, II. varasløkkiliðsleiðara, sum hevur verið við í Klaksvikar sløkkiliðnum 30 ár.
Klaksvíkar Sløkkilið, sum er væl útgjørt við góðum amboðum, er kent fyri dugnasemi og skjótleika. Teir 24 menninir eru settir rættiliga ymiskliga saman við breiðum handverksligum og øðrum førleikum. Eisini eru fimm bjargingarkavarar knýttir at liðnum.
Vert at nevna, at í eini samstarvsavtalu við Hvannasunds og Viðareiðis kommunur, har sløkkiliðsstøð er á Viðareiði, eru fýra mans á Viðareiði og fýra úr Hvannasundi knýttir at Klaksvíkar Sløkkiliði. Nakað av dagførdari sløkkiútgerð er eisini á nevndu støðum.