SMS: H71 vann stórsigur á Kyndli í fyrstu FM-finaluni

H71 vann greiðan níggjumálssigur í fyrstu FM-finaluni

H71 hevur sett kós móti FM-heitinum í SMS-deildini.

 

Leygarkvøldið tók H71 móti Kyndli í fyrstu FM-finaluni. Dysturin endaði við einum greiðum 34-25 sigri til H71. 

 

Í fyrra hálvleiki leikaði tó javnt á, og í steðginum var H71 bert á odda 15-14. 

 

Men í seinna hálvleiki fekk H71 sær eina trivaliga leiðslu beinavegin, og tá 42 minuttir vóru farnir var H71 á odda 23-16. H71 var greitt omaná í seinna hálvleiki.

 

Liðini møtast aftur í høllini á Hálsi komandi mikukvøld klokkan 19.30. Spælt verður best av fimm dystum. 

 

H71-Kyndil 34-25 (15-14) - 1. FM-finalan

 

H71: Jana Mitun 8, Maria H. Weyhe 6, Lukka Arge 5, Elsa Egholm 4, Guðrið á Borg 3, Christina Arge 2, Sára Jacobsen 2, Vár B. Zachariassen 2, Inga Maria Joensen 1 og Anna Elisabeth H. Weyhe 1.

 

Kyndil: Turið Arge Samuelsen 10, Nadja Pejovic 8, Bjørt Krossteig 3, Inga Maria Roysdóttir 2, Bjarta O. Johanssen 1, Bára K. Hansen 1.