SMS: Kyndil liggur best fyri at tryggja sær annað plássið

Kyndil vann stórsigur á StÍF í høllini á Hálsi, og hevur nú lagnuni í egnum hondum

Turið Arge Samuelsen skoraði heili 17 mál fyri Kyndil í kvøld

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.

 

Kyndil vann í høllini á Hálsi stórsigur 36-22 á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 19-7.

 

Turið Arge Samuelsen skoraði heili 17 mál fyri Kyndil í kvøld.

 

Kyndil er nú tvey stig frammanfyri Neistan, ið spælir móti VB í annaðkvøld klokkan 19.30.

 

Kyndil hevur málmunin pluss 157, meðan Neistin hevur málmunin pluss 103. 

 

Tí kann Kyndil tryggja sær annað plássið, og harvið beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar við sigri á VB suðuri í Vágshøll, sunnudagin 1. apríl klokkan 15.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##

 

 

 

Turið Arge Samuelsen skoraði heili 17 mál fyri Kyndil í kvøld