SMS: Kyndil vann fyrstu FM-finaluna

Tvey mál vóru á muni í fyrstu FM-finaluni

Mynd: Álvur Haraldsen

Kyndilskvinnur eru á odda 1-0 í FM-finaluuppgerðunum í SMS-deildini.

 

Í fyrstu FM-finaluni í høllini á Hálsi vann Kyndil 29-27 á VÍF. Í steðginum vóru eisini tvey mál á muni. Tá var Kyndil á odda 15-13.

 

Kyndil var í løtum í seinna hálvleiki á odda við seks málum. Seinastu minuttirnar fekk VÍF minkað munin úr 24-29 til 27-29.

 

Onnur FM-finalan verður leikt í høllini í Vestmanna komandi mikukvøld klokkan 19. 

 

Turið Arge Samuelsen var við 12 málum toppskjútti hjá Kyndli. Fríða Nolsøe Olsen var við átta málum toppskjútti hjá VÍF.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá fyrstu FM-finaluni í SMS-deildini:

 

##med2##

 

Mynd: Álvur Haraldsen