Snellumenn fiskaðu fyri 10 miljónir

- Tølini vísa, at samlaða talið av avreiðingum í vártíðini hevur verið stívliga 900, sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Høgni Hansen.

Sambært tølum hjá Fiskamarknaði Føroya, sum In.fo hevur fingið, bendir alt á, at várróðurin í ár hevur kastað væl av sær til menn og bátar, sum hava fiskað við snellu.

 

- Eg havi hugt upp á tølini fyri snelluveiði í vártíðini og eri komin eftir, at tað eru fiskaði sløk 600 tons av snellufiski, sum eru seld fyri stívliga 10 miljónir krónur.

 

Tað sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sum fyri In.fo hevur ómakað sær serstakt at hyggja eftir tølunum fyri snelluveiðina í vár.

 

Høgni Hansen sigur, at sjálvandi skal tað fyrivarni takast, at veiðihátturin á vektarseðlunum á landingarmiðstøðunum er rættur.

 

- Tølini vísa, at samlaða talið av avreiðingum í vártíðini hevur verið stívliga 900, sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya.

 

In.fo kann leggja aftrat, at 900 avreiðingar á sløk 600 tons tilsamans gevur stívliga 1300 pund í miðal upp á dagin hjá snellubátunum í vár.