Snorri stjórnar Effo Bunke

Í juli í ár eru trý ár, síðan Fuglafjarðar havn fór at veita skipum tungolju, og í dag er tað Effo, sum rekur virksemi

FUGLAFJØRÐUR

Snorri Jøkladal, sum er dagligur leiðari á Effo Bunkers, sigur, at útboðið hjá oljuterminalinum er trý sløg av tungolju. Men oljan, sum verður veitt skipunum, kann eisini blandast – ella miksast - eftir ynski og tørvi.
- Vit hava tað, sum rópt verður hásvávur og lágsvávul olju. Hitt triðja slagið kunnu vit eftir ynski og tørvi blanda upp hini bæði sløgini – alt eftir, hvat skipini vilja hava, sigur hann.
Uttan at fara út í smálutir, sigur dagligi leiðarin, at hásvávul er loyvdur at brenna allastaðni uttan í Norðsjónum.
Í Fuglafirði hevur Effo Bunkers tríggjar stórar oljutangar til sínar veitingar av tungolju.

Russar keypa mest
Snorri Jøkladal vísir á, at russisk skip eru størstu kundarnir hjá Effo Bunkers og næstir teimum koma so føroysk skip, sum brúka tungolju.
- Nú svartkjaftakvotan er vorðin so lítil og minni er at lata russum av svartkjafti, kunnu vit eisini rokna við færri russiskum skipum, sum koma á Fuglafjørð at bunkra. Soleiðis kann marknaðurin hjá okkum eisini ávirkast av kvotum, sum Føroyar býta við aðrar.
Leiðarin sigur, at tað serliga eru føroysku uppisjóvarskipini, sum bunkra tungolju í Fuglafirði, men tað eru eisini onnur føroysk skip, sum brúka hesa olju. Haraftrat koma so onnur útlendsk skip, sum sigla fram við Føroyum og skulu bunkra á síni farleið.
- Smyril, sum eisini brúkar tungolju, bunkrar á Sundi, og Norrøna man fyri tað mesta bunkra uttanlands, sigur Snorri Jøkladal.
Hann leggur aftrat, at flestu av teimum stóru nýggjaru føroysku skipunum eru bygd til tungolju, meðan nøkur skip eru umbygd til at brenna tungolju.

Alt við bryggju
Effo Bunkers bunkrar øll skip við bryggju, og tá bunkrað verður, verður sperra løgd rundan um skipið, so tryggleikin er størstur.
- Hetta verður gjørt, hvørja ferð vit bunkra eitt skip her hjá okkum. Vit eiga sperruna, men tað er vanliga lokali sleipibáturin, Pilot, sum ger hesa uppgávu fyri okkum, sigur dagligi leiðarin hjá Effo Bunkers, Snorri Jøkladal.