Ein 21 ára gamal maður úr Holstebro gjørdi helst ársins býttheit týsdagin, tá hann bjóðaði løgregluni pening fyri at fáa bilin aftur, sum hildin var aftur. Hann kann nú vænta sær drúgva fongsulsrevsing.
Har ein býttheit er gjørd, er ein onnur væntandi.
Týsdagin í farnu viku var løgreglan i Holstebro vorðin soo troytt av unga manninum, sum ikki fekst at skilja, at hann ikki kundi koyra bil uttan at hava eitt gildigt koyrikort.
Fyri at fáa hann at skilja hetta, gjørdi løgreglan ikki mætari enn at leggja hald á bilin.
Men tann 21 ára gamli helt kortini, at málið kundi loysast á annan hátt. Hann royndi tí at sleppa burtur úr knípuni við at bjóða løgregluni pening, fekk hann bert loyvi til at behalda bilin.
Hetta átti hann ikki at gjørt, tí nú verður hann somuleiðis skuldsettur fyri at hava roynt at mutra embedsmand i funktion, sum tað eitur.
Revsingin fyri slíkt kann vera heilt frá eini bót til fongsulsrevsing í seks ár.