So nógv kostar uppsøgnin

Nógvar milliónir skulu á borðið, um United velur at loysa Louis van Gaal úr starvi.

Kjakið gongur lívliga um Manchester United skal skilja seg av við venjaran, Louis van Gaal, sum er undir stórum trýsti eftir ógvuliga ivasom úrslit saman við sigursvanda felagnum.


Tað er tó ikki ókeypis at loysa ein venjara úr starvi í ótíð, og í dag skrivar the Sun, at Manchester United skal rinda Louis van Gaal 95 milliónir krónur, um teir velja at gera tað alt fyri eitt.


Felagið kann tó eisini bíða til í summar, tí um Manchester United ikki vinnur sær atgongd til Champions League, so hevur hollendski venjarin ikki krav upp á eins nógvar pengar.


Flest øll bløð eru á einum máli um, at tað verður José Mourinho, sum tekur um endan í kreppurakta felagnum í seinasta lagi í summar.