Leingi er tað, ið væl skal vera, er so mangan sagt, men tósdagurin 18. sept 2003 gjørdist so minniligi dagurin, har farið varð undir eina størri almenna bygging í útjaðaranum av landinum.
Talan er um eitt stórmál í okkara verð, sum her suðuri búgva, og serliga um eitt stórmál fyri ungdómin, mentanina og vakstrarmøguleikarnar í Suðuroynni.
Spakin verður nú settur í, og Miðnámskúlin í Suðuroy kemur at liggja á Hamrabø vesturi við Vatnið í Vági. Ein 5 ára gomul ætlan er komin undir land.
Skúlin er ætlaður 150 næmingum, kemur at kosta 45 mió.kr., og stendur vónandi klárur at taka í nýtslu um eini 3 ár.
Eitt meginbókasavn fyri alla Suðuroynna verður bygt upp í skúlan, og fáa vit suðringar so har allar tær tænastur, ið eitt tílíkt savn er ætlað at veita borgarum sínum.
Ætlanin er at byggja nøkur fá meginbókasøvn í landinum, og savnið í Vági verður so tað fyrsta av sínum slag. Ein burturav týðandi mentanarfongur fyri útjaðaran, ætlaður øllum borgarum í Suðuroynni.
Samgongan raðfestir skúlabygging høgt, og fer eisini undir at byggja aðrar skúlar á miðnámsstigi aðrastaðni í landinum.
Hóast tørvurin er stórur fleiri staðni, var hildið rættast at byrja í Suðuroynni, og nú spakin verður settur í, eru vit sera væl nøgd við ta samtykt, ið løgtingð gjørdi í vár.
Ungdóminum í Suðuroynni gevast nú munabetri møguleikar fyri at støðast longri í heimligum umhvørvi, og vónandi fer hetta at gera sítt til, at tey venda heimaftur, tá ið tey einafer seta búgv.
Ein partur av økismenningini er komin undir land við einum útbúgvingarstovni av hesum slag, men nógv liggur á, eina mest hvat arbeiðsplássum til tey ungu viðvíkur. Tí verður ikki givist á hondum, men støðugt virka fyri, at vit eisini røkka ábótum innan henda setning okkara.
Føroyska samfelagið savnar seg saman í færri og størri eindir, og kemur hesin felags stovnur okkara her suðuri so eisini at vera eitt gott íkast til at menna medvit okkara um at standa saman og finna felags loysnir.
Slóðað er nú fyri, at lokalu myndugleikarnir geva teirra íkast til, at ungdómur kring landið kann savnast her um okkara leiðir í útbúgvingarørindum.
Góðir fíggingarmøgu-leikar eru fyri at byggja næmingaíbúðir í tilknýti til skúlan, soleiðis at ungdómur aðrastaðni kann støðast her undir sera góðum, tryggum og mennandi umstøðum, áðrenn tey leita sær burtur í víðari lestrarørindum.
Suðuroynni tørvar eitt mentanarligt umhvørvið, sum ein skúli av hesum slag kann menna og geva íblástur til. Nú karmarnir eru lagdir til rættis, vóna vit at røttu kreftirnar leita fram at teimum og fylla teir út.