So verður aftur bilasølustevna í Trongisvági

Millum fyritøkurnar, sum fara at vísa fram sínar bilar, eru Berg Motors, Nordcar, P/F Wenzel,  Nordbil, Tesla Import og Bilasølan. 

Leygardagin og sunnudagin, 16.-17. oktober, skipar Tvøroyrar Nýggjársnevnd fyri bilasølustevnu í ítróttarhøllini í Trongisvági, har opið verður báðar dagarnar frá klokkan 14 til 20.

 

Tað verður ókeypis atgongd at vitja framsýningina báðar dagarnar.

 

Millum fyritøkurnar, sum fara at vísa fram sínar bilar, eru Berg Motors, Nordcar, P/F Wenzel,  Nordbil, Tesla Import og Bilasølan. 

 

Umframt bilasølurnar, fara eisini aðrar fyritøkur at vísa fram, hvat tey hava at bjóða, og millum hesar er eitt nú fyritøkan Westclear í Vestmanna.

 

Meðan bilasølustevnan er í Trongisvági, verður eisini høvi hjá børnum at stytta sær stundir í hoppiborgum fyri 30 krónur um dagin, men børn trý ár og yngri kunnu brúka hoppiborgirnar ókeypis.

 

Nýggjársnevndin, sum stendur aftan fyri tiltakið, fer eisini at skipa fyri køkutombola, og sagt verður av Tvøroyri, at øll eru hjartaliga vælkomin á sølustevnu í Trongisvági.

 

##med2##

 

Her sæst, at umframt bilasølur, verða fleiri aðrar fyritøkur eisini við á bilasølustevnuni.