Søren Pind gevst í donskum politikki

Eftir at hava roynt uttan eydna at fáa stjórastarvið í Det Kongelige Teater gevst Sørn Pind nú í dosnum politikki.

 

Ein av mest markantu politikarunum í Danmark gevst nú í politikki, tá Søren Pind úr Vinstra gevst sum útbúvingar- og granskinarmálaráðharri.

 

Tað hendir eftir at hann var nær við at fáa starvið sum sjóri fyri Det Kongelige Teater.

 

– Eg kenni meg tømdan. Eg havi stríðst við hvørji fipur í kroppi mínum fyri tí, sum eg altíð havi trúð uppá. Eg havi brúkt nógvar kreftir upp á tað, og mær tørvar síðstu orkuna, sigur Søren Pind við Berlingske.

 

Søren Pind váttar harvið fyri fyrstu ferð, at hann var við í endaspurtinum um at fáa høgt virda starvið sum stjóri á tjóðpalli Danmarkar.

 

Kasper Holten fekk starvið sum stjóri í Det Kongelige Teater. Kasper Holten er sonur Henning Holten, fíggjarráðgeva, sum búði í Føroyum eitt skifti í nítiárunum.

 

/ritzau/