Søtur Arsenal sigur

Tepri sigurin í Newcastle ber við sær, at London felagið er topplið á nýggjárinum

Tað leikaði nógv á síðstu løtuna, tá ið heimaliðið spenti álopsbogan,  men kortini eydnaðist tað Arsenal at halda tørn. Í dag vitjaðu Arsene Wenger og hansara menn – uttan skadda Mesut Özil á liðnum -  í Newcastle, og teir eru á veg til hús aftur við 1-0 sigri. Einasta málið skoraði Oliver Giroud miðskeiðis í 2. hálvleiki eftir framlegging frá Theo Walcott. Úrslitið ber við sær, at tað er greitt, at Arsenal verður topplið eftir 19 umfør. Sigurin kennist serliga søtur, tí Newcastle hevur staðið seg væl í ár, og at spæla á St.James Park verður altíð roknað at vera sera stór avbjóðing.

Í hinum dystinum tíðliga seinnapartin átti Everton heimavøll ím+oti Southampton, og har eydnaðist tað favorittunum í Everton at vinna 2-1 eftir 1-0 hálvleiksleiðslu. Bryan Oviedo legði Ev erton á odda longu í 9. minutti, men tað kom rættiligur spenningur í aftur, tá ið Gaston Ramirez javnaði i 71. minutti.

Ronelu Lukaku skoraði sigursmálið tríggjar minuttir seinni.

Klokkan 16.00 eru tveir dystir í London: Chelsea-Liverpool og Tottenham-Stoke.