Sofus, sum hevur givið okkum so nógv – góð ráð innlendis og gott samskifti úteftir - listini hollur stuðul og ikki minst heimbygdini Sandi við stórfingnu seinastu gávuni - listasavninum.
Sofus var gløggur, vandin og reiðiligur. Hann var treiskur og stoltur, ein góður stoltleiki, sum við sær førdi vandni og høg góðskukrøv til alt, sum hann tókst við. Erligur var hann, og bersøgin kundi hann vera, og so var hann lítillátin og trúgvur sum fáur.
Foreldur míni og Sofus vóru vinfólk, og tí havi eg kent hann, síðan eg var smágenta.
Eg havi nú ansað listasavni Sofusar heima á Sandi, síðan tað læt upp í summar. At ansa hesum vakra savni er mær ein sonn frøði. Listin, sum enn er komin, er útvald góð, og bygningurin friðsælur, ljósur og vakur. Har er gott at vera, og gott var, at Sofusi untist at síggja savnið virka.
Sofus!
Tá ið tíðindini um ætlan tína at byggja okkum sandingum og føroyingum øllum listasavn heima á Sandi, ætlaði eg at skriva tær nøkur orð alment, men eg himpraðist, júst tí at tú vart sum tú vart, vóru vit, øll sum kendu teg, varin, tí eingin vildi gera nakað, sum tær kanska ikki dámdi, skuldi tað vera, skuldi tað vera púrasta í ordan.
Havi hugsað um tað seinni, men ikki fyrr enn nú, eg ikki fái orð á teg aftur, geri eg tað. Tíbetur havi eg kortini havt høvi at siga tær tað. Gávan tú hevur givið kann ikki metast ov høgt, listasavnið hevur virði, sum bara veksur, og uppalingarvirðinum, sum hetta savnið fer at hava, ivist eg ikki í. Takk góði Sofus fyri, at tú gjørdi hol í sjógv við at lata okkum stórfingna savnið eftir Gunhild og teg.
Sofus var tilkomin maður, tá ið hann giftist, og Gunhild og hann áttu ikki børn saman. Men hann hevur
ikki verið einsamallur - so langt frá. Hann var sjálvandi góður við øll Gunhildar, og ommubørn hennara
vóru hansara abbabørn, eins og hann var "abbi" hjá langommubørnunum, og so var hann ikki minst familjukærur, so øll, sum varðaðu av systkjum hansara, hevði hann eisini serligan tokka til, og tey kanska eina mest Annika og Marianna hava verið honum hjálp og stuðul, nú hann eldist og búði einsamallur.
Tykkum øllum hava vit samkenslu við.
Vit eru mong, sum fara at minnast Sofus við virðing og takksemi.
Súsan