Her koma nøkur ráð um, hvussu ein kann bera seg at í hesum sambandi:
Ráð 1: Kanna fleiri heimasíður
Internetið er á tremur við hotellum sum bjóða hotellkømur. Tað kann tykjast ørkymlandi, men gevur tær samstundis møguleikar at samanbera prísir hjá nógvum ymiskum veitarum.
Ráð 2: Góð tilboð
Fylg við kampanju-tilboðum sum lýst verður við á netinum. Einfaldast er at melda seg til tíðindabrøv frá teimum ymisku feløgunum sum selja hotell – sum t.d. Gotogate, Reisefeper, Restplass, Ticket og onnur.
Ráð 3: Kanna hotellið
Tá tú hevur funnið fram til eitt stað ið tær dámar, gloym so ikki at kanna heimasíðuna hjá hotellinum. Nógvar hotell-ketur bjóða teir bestu prísirnar á teirra heimasíðu, hóast hetta kann skifta.
Uppaftur betri er, um tú setir teg beinleiðis í samband við hotellið. Hesin framferðarhátturin er tann besti í lágárstíðini og hotellini ynskja at fylla kømrini.
Ráð 4:Bjóða uppá kamarið
Tann ævintýrhugaði kann fáa rættiliga stóran avsláttur. Á heimasíðunum priceline.com og hotwire.com fært tú høvið at bjóða uppá eitt hotellkamar. Um boðið verður góðtikið, ert tú tvungin til at bíleggja her.
Ráð 5: Hvat sigi hini
Hvussu kanst tú vita, at lýsingin talar satt og at hotellið veruliga er gott? Eitt hent amboð í so máta er heimasíðan tripadvisor.com, her tú kanst lesa hvat aðrir gestir halda og meina um hotell kring allan heimin.
Ráð 6: Kanna staðsetingina
Her ræður um at hava eyguni við sær. Eitt prískvetti er neyvan eins gott, um hotellið liggur 14 kilometrar frá miðbýnum.
Ráð 7: Tíðarbilið
Hotell eru ofta bíligari um vikuskiftini enn gerandisdagar. Hetta ger seg serliga galdandi fyri støð, har nógv handilsfólk gista mitt í viku.
Ráð 8:
Vanliga ferðaskrivstovan vil uttan iva geva tær góð ráð um, hvussu tú kemur fram til rætta staðið, heldur enn at brúka tíð og kreftir sjálvur. Onkustaðni má ein gjalda fyri hesa tænastuna, men hon er skjótt spard innaftur, um ein kemur fram til besta tilboðið.
Ráð 9: Pakkaferðir
Tá ein skal bíleggja bæði flogferð og hotell, kann tað løna seg at leita eftir flogfari og hotelli hvør sær, og síðani hyggja eftir tí sum ein pakkaferð kostar. Eisini her kann ein melda seg til tíðindabrøv frá teim ymsu aktørunum.
Ráð 10: Í góðari tíð
Tað lønar seg annaðhvørt at bíleggja tíðliga ella í seinastu løtu.
Ráð 11: Fleiri tilboð
Fyri at sleppa undan at verða snýttur, er tað eitt gott hugskot at samanbera fleiri ymisk tilboð.