Sonja leggur eitt hjartamál fyri Løgtingið – fyri aðru ferð

Samgongan tekur heilt óvanlig stig fyri at halda eina avtalu við Sonju Jógvansdóttir

 

Tað er nú greitt, at Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna uttanflokka, sleppur at leggja uppskot fyri Løgtingið aftur um at limir í fakfeløgum skulu sleppa at draga limagjaldið til fakfelagið frá í skatti. Hetta er eitt mál, Samgongan hevur avtalað við Sonju Jógvansdóttir um at fremja.

 

Talan skal í mesta lagi vera eitt prosent av eini arbeiðaraløn næsta ár og tvey prosent í 2019, sum limir í fakfeløgunum skulu sleppa at draga frá í skatti.

 

Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá SonjuJógvansdóttir. Men hetta er eitt heilt mál, sum hevur fingið eina heilt sermerkta viðgerð, tí tað var eisini til viðgerar mánadagin. Men tá ið Løgtingið skuldi atkvøða um málið mánadagin, var samgongan ikki fullmannað, tí Kristin Michelsen var burturstaddur. Men øll væntaðu kortini at málið fór at verða samtykt, tí Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevði skrivað undir upp á at atkvøða fyri uppskotinum. 

 

Men tá ið løtan var komin at atkvøða, hendi tað heilt óvanliga, at Bill Justinussen atkvøddi ikki fyri kortini, og sostatt fall uppskotið.

 

Fyri at kunna leggja málið fram aftur, skal Løgtingið samtykkja tað, og á løgtingsfundi í morgun varð samtykt at tað kundi leggjast fram aftur. Tað var samgongan og Sonja Jógvansdóttir, sum atkvøddu fyri, men øll andstøðan atkvøddi móti.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, mótmæltu at málið verður lagt fram aftur, tí hann sigur, at hendan reglan um at eitt mál, sum er felt, kann leggjast fram aftur, er ein undantaksregla, sum bara skal brúkast tá ið talan er um serstakliga týdningarmikil mál, sum ikki kunnu bíða. Og hann átalar, at Løgtingið brýtur reglurnar.

 

Men tað rein ikki við, og tískil kann Sonja Jógvansdóttir nú leggja málið fram aftur. Men tað er neyvan hent áður, at eitt uppskot, sum er felt í Løgtinginum, verður lagt fram aftur tveir dagar seinni.