SOSIALURIN ER HEIMSUMFATANDI - fyrsta interaktiva føroyska blað

Eitt tekniskt brek og ein umlegging elvdi til, at Sosialurin á Internetinum ikki varð dagførdur til tíðina seinnapartin fríggjadagin.

Enn er Sosialurin á netinum bert ein royndarútgáva, og tí koma fyri brek og aðrir skeivleikar meðan skipanin verður roynd. Men vit eru komin væl áleiðis við at menna skipanina, og skjótt verður farið alment út við Internetútgávuni.


Sosialurin er fyrsta føroyska interaktiva blað og hitt einasta, ið hevur eina leitiskipan, har til ber at leita í øllum tilfarinum, sum hevur staðið í blaðnum, síðan farið varð at leggja tað netið. Í hesi leitiskipan ber til at leita á ymsar hættir, eitt nú leita eftir einum orði, navni o. s. fr.


Sum tað nú sæst á forsíðuni, ber til at tekna seg sum haldara. Tað merkir fyribils, at tá blaðið verður dagført (seinnapartin dagin fyri útgávudag umleið klokkan 16:00) verður sent eitt e-mail til haldararnar við linki til heimasíðuna.


HENDA TÆNASTA ER FYRIBILS EITT ÓKEYPIS TILBOÐ TIL LESARAN. Men seinni fara vit at leggja loyniorð á, so tá fáa einans gjaldandi haldarar møguleika at lesa alt blaðið.


Lýsingar eru, sum lesarin sær, ikki enn komnar á netið. Men tær koma seinni. Sosialurin metur internetið so týdningarmikið, at vit fara sum frálíður at hava alt tilfarið í báðum útgávunum - men hetta krevur sjálvandi, at forrit o. a. verður væl fyrireikað, gjøgnumarbeidd og roynd.


Í samstarvi við FarCom (Kunningartænastuna) er SOSIALURIN í ferð við at menna internetskipanina. Tann, ið hevur hugskot til okkara er vælkomin at senda tey til SOSIALIN (undirritaða) ella til Webmaster (tøkniligar viðmerkingar)