Sosialurin fimm ár á internetinum

Mánadagin fylti InternetSosialurin fimm ár. Síðani tá er hann dagførdur 1249 ferðir, hann hýsir 44.327 greinum, og so at siga allar teldur, sum eru á internetinum í Føroyum, hava vitjað www.sosialurin.fo

Mánadagin vóru liðin fimm ára síðani, at Sámal Petur í Grund, táverandi landsstýrismaður í samskiftismálum, við teldumúsini klikti á tann knøttin, sum alment tendraði InternetSosialin.
Hetta var gjørt í blaðhúsunum hjá Sosialinum úti á Argjum, seinnapartin tann 25. november 1997.
Síðani tá er InternetSosialurin dagførdur 1249 ferðir, og vóru fyrrapartin í gjár at lesa 44.327 ymsar greinar.
Tað var kortini tann 4. september í 1997, at Sosialurin fór undir regluliga at leggja øll tíðindini í blaðnum út á internetið. Men fyrstu mánaðirnir vóru ein royndartíð, fyri at vita, hvussu skipanin riggaði. Tað er Dynamic Paper við Jens Paula Rasmussen í Havn sum hevur ment skipanina, sum blaðið framvegis nýtir.
Nýtslan av internetinum er sum vera man nógv økti hesi fimm árini, og er internetið í dag høvrsmans ogn ? og so at siga allar teldur, sum hava internetsamand í Føroyum, havi lisið í InternetSosialinum.
Sámal Petur í Grund, táverandi landsstýrismaður, var ein teirra, sum rættuliga var farin at brúka internetið í 1997. Í røðuni hann helt á Sosialinum hendan dagin segði hann, at hann longu var vanur at senda Sosialinum greinar o. a. tilfar umvegis internetið.
Hann segði eisini, at tá hann stóð í læru sum radiomeikanikari seinast í sjeytiárunum, hoyrdi hann um hendan »mikroprosessorin«, sum nýliga var uppfunnin ? og um, hvussu stóran týdning hann fór at fáa í framtíðini.
? Tað var ikki smávegis, man væntaði sær av hesum geniala uppfinnilsi, og í dag mugu vit ásanna, at tøknin alla tíðina yvirhálar okkum, segði Sámal Petur í Grund.