Annað vikuskifti kemur Leiftur í Gundadal, har teir skulu vera gestir hjá B36. Saman við fótbóltsspælarunum koma einir fimtan stuðlar hjá fótbóltsliðnum ella kanska fleiri enn tað.
Í hesum døgum verðyr nógv tosað um pengar í føroyskum fótbólti. Tá tú skalt ganga nýggjar leiðir, er altíð gagnligtg at fáa góð ráð og vegleiðing frá teimum, sum eru komnir longri í tí, tú hevur í hyggju at fara undir, og í hesum sambandinum hevði tað ikki verið av leið hjá føroyskum ábyrgdarmonnum í fótbóltinum og hjá teimum, sum eru áhuga í at stuðla, at leita sær ráð hjá íslendingunum.
Nógvir teirra, sum koma henda vegin, eru royndir vinnulívsmenn, og teir hava mest sum allir havt við sjógvin og fiskivinnuna at gera. Fleiri eru gamlir skiparar, og hóast føroyska veiðan undir Íslandi hesi seinnu árini ikki hevur verið tað, sum hon var áðrenn íslendingar í 1972 fluttu fiskimarkið út á 50 fjórðingar og í 1977 út á 200 fjórðingar, so eru tað ivaleyst føroyskir fiskimenn, sum kenna íslendskar starvsbrøður.
Jens Martin Knudsen veit at siga okkum, at tgað er ikki óvanligt, at íslendingar, sum spæla við Leiftri, fáa kjans við trolarunum, sum stuðlarnir hjá fótbóltsliðnum eiga. Summir spælarar royna seg uttanlanda, tá fótbólturin í Íslandi heldur frí, og so eru tað teir, sum fáa skipskjans. At fáa kjans við einum sovornum trolara, meðan fótbólturin heldur vetrarfrí, er nakað, sum verður sett høgt í Íslandi, tí góð inntøka kann fáast burturúr eftir heilt stuttari tíð. Kanska hetta fer at geva íblástur til onkra stuðulsavtalu millum okkurt føroyskt felag og vinnulívið, sum hevur við sjógvin at gera!