StÍF-H71 30-22 (12-9):
Tað er eingin, sum tykist kunna steðga strandingum í løtuni. Ikki síðani 7. november er StÍF farið stigaleyst av vøllinum. Og síðani hetta er tað bert hent ta einu ferðina – tann 25. november móti KÍF – at StÍF ikki er farið av vøllinum við báðum stigunum.
Tí var talan kanska um truplastu uppgávuna av øllum, sum H71 hevði sunnudagin, og fyrstu lítlu løtuna staðfestu strandingarnir eisini, at tær avgjørt ikki vilja seta ferðina niður.
H71 varð snøgt sagt blást av vøllinum fyrstu løtuna, og tó at teir aftur sluppu upp í part, tá StÍF setti ferðina nakað niður, so var tað støðugt heimaliðið, sum var leikliga omaná. Nakað, sum eisini gjørdist sjónligt í seinna hálvleiki.
H71 royndi fleiri ferðir at taka leiðsluna hjá StÍF aftur, men miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara. StÍF fekk aftur ferðina upp á eitt støði, har hoyvíkingarnir ikki megnaðu at fylgja við, og so gjørdist talan enn eina ferð um tryggan sigur til oddaliðið.
Breiðar dygdir
Og sigurin undirstrikaði bara enn einaferð, at strandingarnir eru glóðheitir í løtuni. Stóru profilarnir eru kanska skotsterku bakspælararnir, men liðið hevur eisini hópin av øðrum dygdum. Sterka bakspælið gevur eisini rúm hjá øðrum spælarum, og tá hesir taka av møguleikunum, er ikki gott at vera fyri.
Eisini í verjupartinum stendur liðið seg serstakliga væl, og hevur Marian Cirloganescu ein av sínum góðu døgum, so er hampuliga trupult hjá mótstøðuliðunum at gera nakað sum helst.
Higar til hevur hetta verið nóg mikið til at staðfesta oddasessin í Atlantic Airways-kappingini. Men spurningurin í løtuni er helst, um hetta eisini er nóg mikið til steypasigur. Fram um øll hini, so hava strandingar við átta finalum á rað – harav sjey sigrum – undirstrikað, at teir duga kynstrið at lyfta seg til tær heilt stóru uppgávurnar.
Føroyskur manshondbóltur hevur ikki upplivað eina greipu síðani 1998, men strandingar tykjast í løtuni at vera somikið glóðheitir, at tað ikki er heilt av vegnum, um teir fara avstað við eini slíkari hetta kappingarárið.
Fakta um dystin
StÍF-H71 30-22 (12-9)
10 min: 6-2
20 min: 10-4
40 min: 16-13
50 min: 23-16
Málskjúttar
StÍF: Sveinur Justinussen 7(1), Danni Syhler 6, David Edvardsen 6, Leivur Justinussen 4, Borgar Danielsen 3, André F. Danielsen 3
H71: Dánjal Tórgarð 8(1), Halgir Dahl Olesen 6(1), Christian Eli Zachariassen 3, Gunnar Bláberg 2, Freddy Poulsen 2, Poul Kjartan Dam 1
Brotskøst: StÍF 1, H71 4
Útvísingar: StÍF 2, H71 1
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg