NSÍ hevur fingið eina góðkenda byrjan upp á kappingarárið. Í gjár spældu teir 0-0 við Margáir móti EB/Streymi. Talan var í nógvar mátar um eitt javnt avrik frá NSÍ. Spælarametingarnar eru frá 1 til 6, har 1 er fyri vánaliga avrik, meðan 6 er fyri framúr avrik.
Les eisini: B36 er einsamal á odda
Les eisini: Spælarametingar hjá EB/Streymi
Andras Gangó: 3
Málmaðurin tók tað, sum hann skuldi, men hann bleiv tó ongantíð veruliga settur undir nakað trýst av EB/Streymi.
Jónhard Frederiksberg: 4
Stóð sera sterkur í myndini defensivt. Hevði fullkomiliga stýr á offensivu leikarunum hjá EB/Streymi, har skjótleikin kom væl við. Offensivt kom hann fleiri ferðir væl fram við, men megnaði tó ikki at skapa tað heilt stóra.
Jens Joensen: 4
Var enn eina ferð sterkur í luftspælinum og í nærdystunum, og spældi sum heild ein góðan dyst, har hann hevði gott tak á Arnbjørn Hansen.
Einar Tróndargjógv: 4
Kom væl frá uppgávuni defensivt, har hann ikki lat nógvar møguleikar til mótstøðuliðið. Vísti eisini, at hann er sera tryggur á bóltinum, og var tí fleiri ferðir við í uppbyggjandi spælinum.
Monrad Holm Jacobsen: 3
Defensivt røkti hann sína uppgávu til fulnar, men serliga í seinna hálvleiki sveik spælið fram eftir vøllinum. Gjørdi nakrar feilir, og tóktist eitt sindur ótryggr á bóltinum.
Magnus H. Olsen: 3
Kom sera væl frá byrjan, har hann vann nógvar bóltar og setti spælið sera væl upp hjá NSÍ. Fall eitt sindur í støði út á dystin, men sum heild var talan um ein góðan innsats.
Sjúrður Jacobsen: 4
Spældi ein týdningarmiklan leiklut á defensiva miðvøllinum. Vann nógvar bóltar í uppspælinum hjá EB/Streymi, og so var hann eisini sera sterkur á bóltinum, har hann mest sum ikki gjørdi feilir.
Jann Martin Mortensen: 4
Rann nógv og flutti seg væl. Var góður á bóltinum og hevði nógvar góðar dýpdarrenningar, sum stundum góvu sundalagsmonnum trupulleikar. Spældi sum heild ein sera góðan dyst.
Árni Frederiksberg: 3
Arbeiddi hampiliga væl, men fekk ikki sjálvur so nógv burtur úr fram eftir vøllinum, sum vit ofta hava sæð. Hevði tó nakrar góðar renningar, har hann kom fram til góaðr málmøguleikar, men megnaði ikki at taka av hesum møguleikum.
Andy Olsen: 3
Var sterkur á bóltinum, arbeiddi væl og gjørdi ikki nógvar feilir. Hann skapti tó ikki sjálvur so nógv fram eftir vøllinum, og sum dysturin leið, fall støðið nakað.
Klæmint A. Olsen: 3
Hann var ógvuliga ágangandi og arbeiddi sera væl. Kom fram til onkrar góðar støður og spældi sum heild ein góðan dyst. Men málið manglaði.
Meinhard Olsen: 2
Kom ikki so væl inn í dystin. Hevði gott nokk onkran góðan túr fram eftir síðuni, men misti heldur nógvar bóltar og tóktist eisini heldur ótrýggur í trýstinum hjá EB/Streymi.
Haraldur R. Højgaard:
Var ov stutt á vøllinum til at gera eina meting.