Italia hevur kunngjørt, at allir spælarar, sum spæla í italskari jørð, skulu verða vaksineraðir. Italia fylgir Fraklandi, meðan Premier league er tann topp-deildin í Evropa, sum hevur klárt fæst vaksineraðar spælarar, skriva altjóða miðlar í dag.
Skalt tú spæla dyst í Italia, so skalt tú hava fingið fyrra prikið 15 dagar frammanundan. 98 prosent av øllum spælarum í Seriu A eru vaksineraðir, so reglugerðin kemur ikki at ávirka nógvar spælarar í Seriu A.
Tað hava verið fáar avlýsingar í italskum fótbólti higartil, meðan tað hava verið fleiri í Onglandi, har klárt fæst spælarar eru vaksineraðir móti koronu í mun til hinar stóru deildirnar í Evropa.
Tí kann hetta raka eitt nú enska Liverpool, sum í næstum skal spæla í Champions League móti Inter Milan. Tó verður mett, at Liverpool er millum tey feløgini, sum hevur hægst prosent av vaksineraðum spælarunum í Onglandi. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur fleiri ferðir víst á týdningin at lurta eftir serfrøðini og blíva vaksineraður.
Chelsea skal spæla Champions League í Fraklandi móti Lille, og kann koma í somu støðu, har ein óvaksineraður spælari ikki sleppur á vøllin.