Størsta fótbóltsblaðið í Spania, Marca, skrivar í dag, at Vicente del Bosque verður komandi landsliðsvenjarin hjá spanska landsliðnum. Hann skal avloysa minni væl umtókta Luis Aragones, eftir at EM-endaspælið í summar er spælt.
Sambært blaðnum fer 57 ára gamli Vicente del Bosque at skriva undir ein tvey ára sáttmála, og harvið avloysa Aragones, sum hevur verið venjari hjá Spania síðan 2004.
Vicente del Bosque stóð á odda fyri Real Madrid-liðnum, sum tvær ferðir vann Champions League í árunum 2000 og 2002. Umframt hetta vann hann spanska meistaraheitið við felagnum í 2001 og 2003, áðrenn hann til stóra undran varð koyrdur - bara ein dag eftir at hava vunnið meistaraheitið, og eina viku eftir at hava fingið David Beckham til felagið.