Spenna bein fyri sær sjálvum

Tað eru ov stórar avmarkingar í grønlendska fiskiskapinum eftir makreli.

 

Grønland varð viðurkent sum strandaland í makrel-høpi í fjør, og í tí sambandi sluppu skip, skrásett í Grønlandi, at fiska 15 prosent av síni makrelkvotu inni hjá øðrum.

 

Sermitsiaq skrivar, at í ár sleppa grønlendsk skip at fiska 20 prosent - ella 13.273 tons - hjá øðrum, men tað er eisini ein treyt, at skipini skulu hava fiskað í minsta lagi 80 prosent av sínari kvotu, áðrenn august mánaði er liðugur - og áðrenn tey kunnu byrja at fiska inni hjá øðrum.

 

- Hyggja vit eftir okkara grannum, Íslandi, so kunnu íslendsk skip fiska umleið 35 prosent av sínari makrelkvotu inni hjá øðrum.

 

Formaðurin í ráðnum fyri uppsjóvar-og botnfiskaveiði í fiski-og veiðifelagsskapinum, KNAP, Michal Skourup, sigur, at honum kunnugt hava íslendsk skip ongar avmarkingar um, nær og hvussu nógv prosent skipini skulu fiska í egnum sjógvi, áðrenn tey kunnu fiska inni hjá øðrum.