Spenningur í Spania

La Liga: Meistarastríðið er víðopið og rasisma gjørdi seg aftur galdandi um vikuskiftið

Atletico Madrid tapti um vikuskiftið og meistarastríðið er nú víðopið. Vinnur FC Barcelona í kvøld er bara eitt stig upp til oddaliðið. Aðrastaðni fóru spælararnir hjá Valencia av vøllinum, tí ein spælari hjá teimum var fyri rasistiskum málburði.

Atletico Madrid hevur havt kós móti spanska meistaraheitinum í longri tíð, men seinastu tíðina hevur liðið sett fleiri stig til, meðan Real Madrid og FC Barcelona hava vunnið flestu av sínum dystum.

Í gjár tapti Atletico Madrid 1-0 móti Sevilla, sum ger at munurin niður til Real Madrid er bara trý stig, meðan FC Barcelona við sigri á Real Valladolid kann leggja seg undir liðina á oddaliðnum við bara einum stigi færri. Tað tóktist óhugsandi fyrr í hesum kappingarárinum, tá Atletico Madrid vann at kalla allar sínar dystir, meðan tað var kreppa bæði í Real Madrid og FC Barcelona.

Atletico Madrid fær tó eina hjálpandi hond komandi vikuskiftið, tá Real Madrid og FC Barcelona møtast. Tá hava Diego Simeone og hansara menn ein møguleika at sting av frá minst einum av kappingarneytunum.

1Atlético Madrid29206351:1966
2Real Madrid29196451:2363
3FC Barcelona28195467:2462
4Sevilla29184740:2158
5Villarreal291113542:3146
6Real Betis291441139:4246
7Real Sociedad28129744:2845
8Celta Vigo299101038:4437
9Granada291061334:4936
10Athletic Bilbao28981138:3235
11Levante298111036:3935
12Valencia29891235:4033
13Cadiz29881326:4532
14Osasuna297101223:3531
15Getafe29791322:3330
16Real Valladolid285121126:3827
17Elche295111326:4326
18Huesca294121328:4424
19Eibar294111422:3523
20Alavés29581624:4723