Fótbóltsdysturin millum Dortmund og Monaco í Champions League í kvøld er avlýstur og verður í staðin spældur í morgin.
Orsøkin er, at fleiri spreingingar hava verið í nánd av spælarabussinum hjá Dortmund umleið 10 kilometrar frá leikvøllinum hjá Dortmund. Tíðindastovan AFP vil vera við, at samanlagt vóru tríggjar spreingingar í vegjaðaranum, har bussurin hjá Dortmund koyrdi.
Sambært týskum miðlum er spanski verjuspælarin hjá Dortmund, Marc Bartra, koyrdur á sjúkrahús við einum minni snuddi í arminum, sum komst av einum brotnum rúti, men annars hava spælararnir ikki fingið skaða.
Europeiska fótbóltssambandið UEFA, sum skipar fyri Champions League kappingini, avgjørdi eftir hendingina, at fjórðingsfinalan millum Dortmund og Monaco í kvøld varð avlýst. Dysturin verður í staðin spældur í annaðkvøld kl. 17.45.
Enn vil týska løgreglan ikki siga nakað um, hvør kann hava lagt spreingingar til rættis, ella um spreingiløðingarnar vóru ætlaðar júst spælarabussinum hjá Dortmund.