Kommunal bygging
? Tað er neyðugt, at landsstýrið nú ger eina nágreinliga lýsing, definitión, av, hvatein almenn bygging er.
Tað heldur Førooya Kommunufelag.
Jacob Vestergaard, formaður í Føroya Kommunufelag sigur, at síðani landsstýrið fyri tveimum árum síðani álegði hvørjari einstakari kommunu eitt hámark fyri, hvussu stórar útbyggingar tær kunnu fremja, hava nógvar kommunur roynt ymsar mátar at sleppa undan hesi avmarking.
Hann sigur tí hevur Kommunufelagið leingi roynt at fáa eina nágreiniliga útgreining av, hvat ein kommunal bygging er.
? Tað er onki dulsmál, at tað einasta ið krevst fyri at sleppa upp útbyggingarhámarkið hjá Landsstýrinum, er eitt sindur av hugflogi.
Hann vísir m.a. á, at síðani hámarkið varð sett í gildið, hava fleiri kommunur funnið ymsar kynstrigar útvegir fyri at kunna byggja út.
? Hetta hevur ført við sær, at í veruleikanum hava fleiri kommunur sprongt loftið so dyggiliga. Men hann vil ikki nevna nøvn.
? Eitt nú eru kommunur nú farnar at leggja ymsar útreiðslur undir vanligan rakstur, sum fyrr hava verið roknaðar at vera íløgur. Vit vita eisini, at summastaðni hava privatar fyritøkur hava bygt vinnuvirki av ymsum slag, sum kommunan síðani leigar. Og hvat við sjálvsognarstovnum kring landið.
Jacob Vestergaard sigur, at mátarnir eru so nógvir og tí vil Kommufelagið hava Landsstýrið at gera eina kunngerð, sum púra greitt sigur, hvat er ein kommunal bygging og, hvat er ikki.
Í Kommunufelagnum eru 40 kommunur limir. Í Føroyum eru 48 Kommunur, men seks tær størstu kommunurnar, Tórshavn, Klaksvík, Vágur, Tvøroyri, Runavík og Fuglafjarðar kommunur eru limir í Kommunusamskipan Føroya. Samstundis eru Hósvíkar- og Mykinesar kommuna ikki í Kommunufelagnum. Sunda Kommuna fór eisini burturúr Kommunufelagnum fyri nøkrum fáum árum síðani, men er nú komið uppí aftur.