Grímur Sundstein, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða frá, hvussu langt fyrireikingarnar av einum tunli til Vestmanna eru komnar.
Í einum skrivligum fyrispurningi eftir grein 52a í tingskipanini spyr hann Jacob Vestergaard, nær væntandi verður klárt at fara undir at prosjektera tunnilin.
Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot um verklagslóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og um ætlanin er at raðfesta Vestmannatunnilin frammarlaga í nýggju langtíðarløguætlanini hjá landinum.
2,4 milliónir játtaðar
Sambært viðmerkingunum til fyrispurningin varð farið undir at fyrireika og prosjektera tunnilin í 2019. Síðan 2022 skulu játtanirnar millum annað vera brúktar til at kanna ymiskar møguligar loysnir og jarðfrøðina.
Á fíggjarlógini fyri 2026 eru 2,4 milliónir krónur settar av til at halda fram við fyrireikingunum av nýggju farleiðini til Vestmanna.
Grímur Sundstein vísir á, at verkætlanin hevur verið ávegis í fleiri ár. Tí heldur hann, at tað eigur at verða greitt, hvussu langt arbeiðið er komið, og nær prosjekteringin kann verða liðug.
Tá prosjekteringin fyriliggur, verður næsta stigið at leggja verklagslóg fyri Løgtingið, áðrenn verkætlanin kann bjóðast út.
Ein av hægstu farleiðunum
Í fyrispurninginum verður Vestmannatunnilin lýstur sum ein týðandi samferðsluverkætlan fyri Vestmanna, Norðurstreymoy og vegakervið sum heild.
Ein tunnil kann stytta og tryggja ferðasambandið í Norðurstreymi. Núverandi farleið til Vestmanna er millum tær hægstu í landinum og kann vera óhøglig, serliga um veturin.











