AC Horsens vann seg trygt víðari í steypakappingini

Lyseng úr fimtubestu fótbóltsdeildini megnaði at standa ímóti í 43 minuttir

Adrian R. Justinussen kom á vøllin aftaná steðgin, tá hann og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu seg trygt víðari í donsku steypakappingini.

 

AC Horsens spældi á útivølli móti Lyseng, ið spælir í Danmarksseriuni sum er fimtabesta deildin í Danmark.

 

Heimaliðið megnaði at standa ímóti í 43 minuttir áðrenn tað eydnaðist Christian Jørgensen at leggja Horsens á odda 1-0.

 

Í seinna hálvleiki øktu Julius Körkkö, Yamirou Ouorou og Ismaila Ceesay, so tað endaði við einum 4-0 stórsigri til Horsens.

 

Sunnudagin klokkan 13 spælir Horsens dyst í donsku superliguni. Talan verður um dyst á útivølli í Haderslev móti Sønderjyske.