Aftaná sigrar í tveimum teimum fyrstu dystunum vóru Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg í kvøld fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið.
Í Sportcenter høllini í Ikast tapti Viborg 25-30 fyri heimaliðnum. Í steðginum var Ikast á odda 14-12.
Tað gekk tó heilt væl hjá Janu, ið skoraði trý mál og legði upp til fimm mál.
Viborg er nummar fimm í deildini við fýra stigum fyri tríggjar dystir.
Í annaðkvøld klokkan 19 hava Marita Mortensen og liðfelagarnir í Nykøbing-Falster dyst á heimavølli móti verandi meistarunum, Esbjerg.











