Triðja dystin á rað í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini leiktu David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town javnt, og eru teir enn ósigraðir í kappingini.
Í kvøld munnu Geza og liðfelagarnir iðra seg um javnleik 2-2 á útivølli móti Accrington Stanley.
Tá 38 minuttir vóru leiktir á The Wham Stadium var Grimsby á odda 2-0. Eitt sjálvmál í sætta minutti fekk Grimsby á sigurskós, og sjey minuttir undan steðginum økti Andy Cook til 2-0. Men inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki minkaði Accrington um munin, og tá ein tími var leiktur av dystinum javnaðu teir til 2-2.
Bæði Soccerstand og Sofascore geva Geza fyri avrikið í kvøld karakterin: 6,6 (av 10 møguligum).
Grimsby er nummar 11 í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. Bristol Rovers er oddalið við níggju stigum.
Longu leygardagin klokkan 15 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Cheltenham.











