Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter vil vera við, at Ísrael hevur meiri enn 150 kjarnorkuløðingar Tað var á einum tíðindafundi, at Jimmy Carter setti seg at siga frá, hvussu nógvar kjarnorkuløðingar ymisk lond hava.
-USA hevur meiri enn 12.000 kjarnorkuløðingar, Russland á leið tað sama, Bretland og Frakland hava fleiri hundrað í part, og Ísrael hevur 150 ella meiri enn tað, segði Carter.
Jimmy Carter, sum nú er 83 ára gamal, er tann fyrsti amerikanski forsetin, sum hevur sagt, at Ísrael hevur kjarnorkuvápn. Tað er vanlig hugsan, at Ísrael hevur kjarnorkuvápn, men landsins leiðarar vilja hvørki vátta ella avsanna, at so er.